Sharon í álvarssomum máli um mutur

Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, er fyrr lagdur undir at hava tikið ímóti mutri, og nú eru nýggj skjøl komin fram.

Í januar vildi ísraelska blaðið Haaretz vera við, at Ariel Sharon og húski hansara høvdu verið uppi í ymsum virksemi, sum ikki vóru sømilig fyri ein stjórnarleiðara. Løgreglan kannaði longu tá aðrar skuldsetingar um mutur, og tær eru ikki lidnar enn.

Nú hevur Haaretz fingið fatur á einum skjali, sum sambært blaðnum styrkir illgrunan um, at forsætisráðharrin og hansara næstu hava ikki so reint mjøl í posanum. Málið byrjaði í 1999, tá tað var avdúkað, at Sharon hevði fingið pengar til sítt valstríð, og at pengarnir vóru komnir úr útlandinum. Slíkur stuðul er ólógligur í Ísrael. Fyri at kunna rinda pengarnar aftur, tók ein sonur forsætisráðharran eitt lán í navni pápans. Trygdin aftan fyri lánið var eitt lán frá einum handilsmanni í Suðurafrika, sum er ein gamal vinmaður Sharons.

Tá hetta kom fram, noyddist ein sonur Sharons at rinda suðurafrikanska handilsmanninum pengarnar aftur beinanvegin. Men hvussu? Sambært Haaretz komu pengarnir frá tveimum útlendskum vinnulívsmonnum, og í hvussu er annar teirra sigst hava handilsáhugamál í Ísrael. Her var ikki talan um lán, og spurningurin er so, um talan var um mutur. Her var heldur ikki talan um smápengar. Pengarnir komu sum tvær flytingar, og hvør teirra var upp á fleiri hundraðtúsund dollarar.

Ísraelska ákæruvaldið hevur síðani roynt at fáa at vita, hvaðani pengarnir komu. Higartil hava hvørki Sharon sjálvur ella sonur hansara viljað sagt tað, men tann 9. september skal sonurin í rættin at greiða frá málinum. Ísraelsk lóg áleggur fólki at goyma skjøl, sum hava samband við størri pengaflytingar, og nú verður bíðað í spenningi eftir, um sonur forsætisráðharrans hevur gjørt, sum lógin krevur.