ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, var tann fyrsti at gera viðmerkingar, eftir at Ariel Sharon, forsætisráðharri hevði almannakunngjørt avgerðina hjá ísraelsku stjórnini. Annan segði, at nýggja ísraelska tiltakið fer ikki at bøta umviðurskiftini, og at støðan í Miðeystri líkist meiri og meiri einum veruligum kríggi.
ST-aðalskrivarin legði afturat, at tað er neyðugt við nýhugsan í Miðeystri, og hann mælti trygdarráðnum til at taka upp samband við báðar partar.
Noreg hevur havt ein serligan lut í Miðeysturkreppuni, og norski uttanríkisráðharrin, Jan Petersen, segði í gjár, at hann var beinleiðis vónsvikin av avgerðini hjá ísraelsku stjórnini.
- Eftir mínari uppfatan kunnu hvørki vápn ella trygdargeirar fáa enda á teirri óndu ringrásini í Miðeystri, segði Jan Petersen.
Í sjónvarpsrøðuni segði Sharon, at endamálið við trygdargeirunum er at fáa enda á teimum blóðugu samanbrestunum, men palestinski samráðingarleiðarin, Saeb Erekat, sigur, at ísraelski forsætisráðharrin hevur bara eitt mál, og tað er at halda fram við harðskapinum og at beina fyri friðartilgongdini.
- Bæði vit og tað ísraelska fólkið vilja hava frið og trygg viðurskifti, men nýggju ætlanirnar hjá Sharon fara ikki at geva ísraelsmonnum frið og trygd, segði Saeb Erekat í gjár.
Heldur ikki allir ísraelsmenn taka undir við ætlanini hjá Sharon og stjórn hansara. Nógvir av teimum umleið 200.000 jødunum, sum búgva í teimum palestinsku økjunum, hava greitt tíðindafólki frá, at vænta ikki, at trygdargeirar fara at forða víðgongdum palestinum í at leypa á.
Leiðarin í vinstrasinnaðu andstøðuni í Ísrael, Youri Sarid, segði stutt, at einki nýtt var í røðuni hjá Sharon.










