Sharon í andróðri

Afturtøkan úr Gaza kann kosta ísraelska forsætisráðharranum politiska lívið. Men hann gevst neyvan so

Ariel Sharon fekk ein frammaná, tá fyrrverandi forsætisráðharrin Benyamin Netanyahu fór á røðarapallin á landsfundinum hjá Likudflokkinum sunnudagin.
- Tað gekk, júst sum eg segði. Gaza er vorðið ein islamsk yvirgangsstøð, segði Netanyahu. Tá Sharon fór upp á røðarapallin at svara atfinningunum, virkaði mikrofonin ikki, og hann rýmdi av fundinum í øðini.
Netanyahu kunngjørdi herfyri, at hann ætlar sær at verða forsætisráðharraevni hjá Likud á valinum næsta ár. Við øðrum orðum bjóðar hann Sharon av. Netan-yahu var fíggjarmálaráðharri í verandi stjórn, men hann legði frá sær í síðsta mánað fyri at mótmæla afturtøkuni úr Gaza. Nú hevur hann so sett sær fyri at fáa Sharon skúgvaðan til viks og tess fyrr, tess betur.
Likudflokkurin skuldi atkvøða um leiðarastarvið í gjárkvøldið, og teir flestu eygleiðararnir væntaðu, at Sharon tór at tapa. Spurningurin er so, hvat hann ger. Jerusalem Post skrivaði í gjár, at tað er als ikki óhugsandi, at Sharon fer at stovna ein nýggjan flokk, verður hann vrakaður í Likud. Eygleiðarar halda, at ein flokkur hjá Sharon fer at liggja í miðjuni í ísraelskum politikki, og at hann kann fáa stóra undirtøku á valinum í apríl. Hinvegin fer tað, sum eftir verður av Likudflokkinum, bara at fáa nøkur fá umboð á ting, halda eygleiðararnir.