Fyri fyrstu ferð vann russiska tennisstjørnan Maria Sharapova seinnapartin French Open. Í finaluni, sum var ímóti italsku Sara Errani, vísti tann 25 ára gamla Sharapova, at hon er tann besta í løtuni. Hon vann trygt finaluna 6-3 og 6-2.
Hetta er fyrstu ferð síðani Australian Open í 2008, at Maria Sharapova vinnur eina av teimum fýra grand slam-kappingunum. Hinar báðar grand slam-kappingarnar eru Wimbledon og US Open, og aftan á sigurin í París í dag hevur Sharapova vunnið allar fýra.
Við sigrinum í French Open hevur Maria Sharapova tryggjað sær, at hennara navn fer at standa ovast, tá ein nýggjur styrkilisti verður almannakunngjørdur mánadagin.