Stefan í Skorini
?????
Undir konsertini fekk Shakin´ Stevens handað donsku platin-virðislønina, sum verður givin fyri góð sølutøl. Hetta var bert ein av mongum slíkum virðislønum hjá Shakin´ Stevens, sum hevur fingið eitt ótal av platin, gull og dupultun platin virðislønum gjøgnum árini, umframt at hann hevur selt milliónir av LP-um og stakfløgum.
Tað var ein vælklæddur umboðsmaður frá Tivoli, sum kom inn á pallin undir konsertini og handaði Shakin´ Stevens donsku platin-virðislønina, nú tónleika-fløgan og DVD útgávan hava rokkið teimum 40.000 eintøkunum.
Umframt platin í Danmark hevur Shakin´ Stevens júst fingið gull-virðislønina í Bretlandi, har hann seldi 100.000 eintøk í átta dagar.









