2001
Tað er ógvuliga vanligt at gera upp, hvør hevur selt mest ella hvør hevur verið best ella... Í nógvum av okkara grannalondum er tað mestsum einki mark fyri, hvat tú ikki kann velja sum ársins. Vit í Føroyum hava kanska ikki so sterkar traditónir á hesum økinum, men tað meira enn so fyri, at vit kjósan onkran ella okkurt at vera ársins.
Angel
Ein av teimum, sum ger upp fyri árið 2001 er Heðin Arge í Útvarpi Føroya. Hann hevur sendingina 15 tær bestu hvørt leygarkvøld. Gamlaárskvøld gjørdi hann so upp, hvør tað var, sum hevði fingið flestar atkvøður á listanum fyri tað seinasta árið.
15 tær bestu er mestur eitt slag einum at óalmennum føroyskum hitlista, men talan er ikki um nakran sølulista, sum vit kenna aðrastaðni frá. Heldur er talan meira um eitt slag av Most Wanted, har vanligi lurtarin er tann, sum hevur alt at siga.
Árið 2001 var árið hjá amerikanska sangaranum Shaggy, sum veruliga fekk fótin fyri seg aftur á altjóða tónatindunum kring heimin. Hansara sangur Angel gjørdist best umtókti sangurin fyri 2001, um vit meta eftir 15 tær bestu.
Føroyski bólkurin Týr við teirra útgávu av Orminum Langa vóru ikki langt aftanfyri á einum øðrum plássið, men sum heild var ikki nógv av føroyskum tónum á listanum. Bert tríggir av teimum 15 vóru føroyskir sangir.
Heðin Arge sigur, at sangurin hjá Shaggy er ógvuliga lættur at uppfata, og í nógvar mátar riggar sangurin væl, eitt nú í dansi. Hesin sangurin kann rættiliga kallast fyri eitt kvøðuljóma hitt í útvarpinum, tí hann hevur verið heilt ótrúliga umbiðin.
Sum heild heldur Heðin, at føroyingar hava rættiliga altjóða kendan dám.
?MTV er í veruleikanum tann einasti útlendski miðilin, sum vit móttaka impulsir frá, so tað er fyri tað nógva hesin tónleikurin, sum vinnur fram, og hetta er einamest poppur, sigur Heðin.
Hann leggur afturat, at tað er nógvur góður føroyskur tónleikur, men tað er ikki sovorðið sum sæst ovastu á listanum.
Emma
Emma Vágoy og hennara Emma?as Blues Band vóru, sambært 3?aranum, mest seljandi tónleikarabólkurin í Føroyum fyri árið 2001. Útlendskir eins og føroyskir bólkar kundu einki gera móti og hennara, sum hava selt eini 2.300 eintøk av fløguni hjá sær, sum kallast fyri Hetta er eisini okkara land.
Góður matur úr sjónum
Tá vit ringdu fyri at spyrja, hvussu var bókasøluni í farna árið, so varð svarið beinanvegin, at tyngsta bókin á skálini var Góður matur úr sjónum. 5.000 eintøk eru seld av bókini, soleiðis at tað í dag er umleið 1/10 av Føroya fólki, sum hevur eina tílíka bók liggjandi.
Tað vóru næmingar av fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum tóku stig til bókina, og hetta vísti seg at vera eitt rættiliga gott hugskot.
Horvin eftir Grækaris Djuruus og Teir tóku land eftir Jógvan Arge eru í hølunum á góða matinum úr sjónum, men kundu tó einki gera við fiskarættirnar. Mest seljandi skaldsøgan gjørdist týðingin av søguni um Annu Frank og hennara dagbøkur.









