Shabana við saftigari satiru

Shabana Rehman var ein sensatión, tá hon sum fyrsta pakistanska kvinnan fyri 15 árum síðan fór á pall í Noregi við saftigari satiru og líka frekum søgum sum menninir. Summi elskaðu hana. Onnur hataðu hana. Øll tosaðu um hana. Nú er hon aktuell við framførsluni „For Konge og Fedreland,“ sum higartil hevur verið framførd í sjey londum í fýra heimspørtum og fingið sera góð ummæli.

Shabana Rehman
Norðurlandahúsið í Havn
Leygarkvøldið 8/3 kl. 19.00