Áleyparin hjá AC Milan, Stephan El Shaarawy, er ávegis til kappingarneytarnar í AS Roma. La Gazzetta dello Sport skrivar í dag, at feløgini eru vorðin samd um ein leigusáttmála, har AS Roma hevur møguleika at keypa hann aftaná.
23 ára gamli italski framherjin er í løtuni útleigaður til AS Monaco, men blaðið skrivar, at hann longu í hesum flytingarglugganum verður sendur til AS Roma, sum sigst at hava møguleikan at keypa El Shaarawy fyri umleið 90 mió. kr.
Um Stephan El Shaarawy spælir nóg nógvar dystir við AS Roma, so fer endaliga flytingin fram sjálvvirkandi. Líknandi leigusáttála hevði AS Monaco eisini, sum tó hevur valt ikki at brúka hann seinastu dystirnar, soleiðis at felagið ikki er noytt at keypa hann.