Íshøllin stendur enn

Íshøllin á Skálatrøð í Havn, sum við síni vælumtóktu skoytubreyt síðani í heyst hevur havt ikki færri enn 27.000 vitjandi, er framvegis ikki tikin niður.

Hon læt aftur sunnukvøldið 18. mars og dagin eftir skuldi arbeiðið at taka hana niður fara í gongd, men enn stendur høllin.

– Tað hevur drigið út at fingið høllina tikna niður, og millum annað tók tað 10 dagar, áðrenn ísurin var tiðnaður, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

– Alt innan í høllini skal fyrst takast niður og mánadagin verður so farið í holt við at taka sjálvt tjaldið niður.

Tá íshøllin er niðurtikin, verða munandi betri parkeringsmøguleikar í miðbýnum í Havn, tí høllin upptekur næstan hálvthundrað parkeringspláss á Skálatrøð, tá hon stendur uppi.

Skoytubreytin hevur aftur í vetur verið sera væl umtókt, og Tórshavnar kommuna sigur, at 1. oktober ella har áleið stendur skoytubreytin aftur klár at taka ímóti vitjandi.