Fiskivinna
Í dag landa Polarhav og Stjørnan 280.000 pund av upsa í Saltangará. Skipini hava verið langan túr, og nú tey komu inn at landa, var lastin lítið meira enn hálvfull.
Smáir túrar
Í gjár landaðu Stelkur og Bakur í Saltangará. Teir høvdu 200.000 pund, og tað er heldur eingin rokveiða hjá hesum skipum, ið saman við Polarhavi og Stjørnuni annars plaga at roynast rættiliga væl.
Tveir aðrir ísfiskatrolarar landaðu eisini í Saltangará í gjár. Tað vóru Jaspis og Ametyst, sum høvdu 150.000 pund av upsa.
Í morgin landa Rókur og Lerkur, men tá Rás2 frætti í morgun, var ikki greitt, hvussu nógv skipini hava inni.
Vænta bata
Upsaveiðan er munandi lakari nú, enn hon hevur verið í longri tíð.
Soleiðis var eisini um hesa tíðina í fjør, og tí verður vónað, at góði upsafiskiskapurin, sum ísfiskatrolararnir annars hava havt í longri tíð, fer at taka seg uppaftur.