SF-fólkatingsmaðurin Kamal Qurechi er ikki framsøgumaður hjá flokkinum longur. Hann verður millum annað ákærdur fyri at hava snýtt í sambandi við læknalestur Í Danmark hevur Sosialistiski Fólkaflokkurin tikið avleiðingarnar av umrøðuni, sum fólkatingsmaðurin Kamal Qurechi hevur fingið í bløðunum í seinastuni.
Millum annað er komið fram, at hann hevur brúkt undirskrift hjá øðrum persóni enn sær sjálvum, og at hann snýtti í sambandi við læknalestiurin á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Í dag hevur SF viðgjørt støðuna, og úrslitið var, at Kalam Qurechi misti starvið sum framsøgumaður floksins í heilsumálum og javnstøðumálum.










