Nýggj avtala gevur ítróttarfeløgum munandi betri møguleikar at taka lut í kappingum uttanlands
Atlantic Airways hevur gjørt eina nýggja avtalu við Ítróttarsamband Føroya um ferðing uttanlands. Avtalan hevur við sær, at tey 15 sersambondini undir ÍSF fáa avsláttur í kostnaðinum, tá ið tey ferðast uttanlands á føroyskum veingjum.
Avtalan varð undirskrivað av Magna Arge, stjóra í Atlantic Airways, og Heðin Mortensen, forseta í ÍSF, og í ÍSF dylja tey ikki fyri, at hann er fegin um avtaluna.
- Hon betrar um møguleikan hjá føroyskum landsliðum at ferðast til tiltøk uttanlands og útlendskum landsliðum at koma hendan vegin undir skipaðum viðurskiftum og fyri ein fastan, sámiligan prís. Sostatt er hon við til at styrkja føroyska landsliðsarbeiðið, og betra um møguleikarnar hjá føroyskum ítróttarfólkum at umboða og marknaðarføra Føroyar úti í heimi,? sigur Sølvi R. Hansen, ítróttaráðgevi