Fyri stuttum lat Ítróttasamband Føroya upp heimasíðu á alnetinum. Á heimasíðuni er møguleiki hjá áhugaðum at fáa upplýsingar um leiðslu og lógir innan felagsskapin, eins møguleiki eisini er fyri at leita upp sersambondini undir ÍSF og nevndarlimir í øllum ítróttarfeløgum kring landið.
Ætlandi verður heimasíðan útbygd enn meira í framtíðini, soleiðis at eisini aðrar upplýsingar verða at síggja á skýggjanum.
Heimasíðan hevur adressuna: www.isf.fo.