ÍSF lógin ímóti ítrótti í kirkjutíð

Bjarni Bæk, dómpróstur, segði sum ein síðuviðmerking í prædikuni triðseinasta sunnudag, at hann helt, at tað var óheppið, at ítróttarkappingar viðhvørt liggja soleiðis, at tey, sum ganga til ikki sleppa í kirkju

ÍSF formaðurin, Heðin Mortensen, sigur, at sambært ÍSF lógini, so er ikki loyvt at skipa fyri kappingum í kirkjutíð.
? Vit halda okkum til ta etisku grundregluna, at ongin ítróttur hjá ítróttarsambandi Føroya fer fram í kirkjutíð, sigur Heðin Mortensen.
? Um ítróttur er fyriskipaður í kirkjutíð, so hevur hetta onki við ítróttarsambandið at gera. Men um so er, so eri eg ógvuliga harmur um tað.
Heðin Mortensen sigur eisini, at um hetta er komið fyri, so hevur ítróttarsambandið ikki verið spurt eftir.
? Men eg haldi, at dómprósturin skuldi vent sær beinleiðis til Ítróttarsamband Føroya, ístaðin fyri at siga tað soleiðis í eini prædiku. Um tað er nakar, sum er ímóti ítrótti í kirkjutíð, so er tað eg, sigur Heðin Mortensen.
Kappingarnar hjá feløgum í ÍSF kunnu liggja sunnudag, men so skulu tær liggja antin áðrenn kirkjutíð, tað vil siga frá klokkan 9 ? 10 á morgni ella frá klokkan 13 og úteftir.
Bjarni Bæk, dómpróstur, hevði onga víðari viðmerking til málið, tí hann vil ikki blása tað óneyðugt upp.