-Síðani árið varð tilnevnt kostár, hava vit arbeitt við eini verkætlan, og nú er nærum komið á mál við verkætlanini, ið kallast leikmeti, sigur Petur Elias Petersen, formaður í Ítróttarsambandi Føroya. Ítróttasamband Føroya tekur áheitanina frá landstýrismanninum í heilsumálum og tilnevningina av Kostárinum í ár í størsta álvara.
Føroysk børn og ung eta ov lítið av frukt og grønmeti og tey eta ov nógv sukur. Umleið 2/3 av fólkaskúlanæmingunum eru limur í einum ítróttafelag og flestu teirra luttaka eisini í kappingum.
Ítróttasamband Føroya hevur gjørt eina avtalu við Føroya Keypssamtøku um at ítróttafeløg kunna keypa frukt og grønmeti við avsláttri.
Leikmeti er skorin frukt og grønmeti, koyrt í bikør. Leikmeti er ein heilsugóður millummáli, tá ið ein er virkin.
Tá feløgini undir Ítróttasambandi Føroya skipa fyri kappingum, legum og so framvegis, kunnu tey bíleggja og keypa kassar av frukt, grønmeti og bikør, sum síðani vera seld.
9. mai verður verkætlanin sett í verk og tá verður møguleiki fyri at kunna seg nærri á heimasíðunum isf.fo og fk.fo .
Fyrstu fáa ítróttafeløgini ókeypis amboðskassa, við øllum tí í, sum skal brúkast til at fyrireika leikmeti. Faldari og plakatir eru eisini gjørd, og verður alt tilfarið lagt fram 9. mai í ár.
Hetta sigur Ítróttarsamband Føroya í dag.









