Ósemja
Ítróttarsamband Føroya ætlar ikki at bakka fyri Kringvarpinum, og kemur tað til skarpskeringar, ætlar ÍSF at fáa sáttmálan millum partarnar strikaðan og møguliga krevja endurgjald frá Kringvarpinum fyri mishald.
Tað eru boðini í brævinum, sum ÍSF sendi Kringvarpinum í gjár.
Ósemja er um, hvussu upptøkur av samrøðum í sambandi við dystirnar í Formuladeildini skulu gerast. Sjónvarpið vil ikki binda seg til at gera hesar frammanfyri einum serligum lýsingarveggi hjá feløgunum, meðan Fótbólssambandið í sínum orðaðu mannagongdum vil hava samrøðurnar gjørdar við hesar lýsingaveggir.
Sáttmálin millum ÍSF og Kringvarpið er ikki greitt orðaður viðvíkandi hesum, og tí er nú so stór ósemja um hetta mál, at Sjónvarpið er givið at senda føroyskan fótbólt. Kringvarpið kravdi í síðstu viku, at FSF tekur sína reglugerð um upptøkur av dystunum aftur ella verður málið lagt fyri ein gerðarætt at taka støðu til.
ÍSF stendur fast
Ítróttarsamband Føroyar svaraði í gjár kravinum frá Kringvarpinum, og har ger ÍSF greitt, at tað fer ikki at biðja FSF taka teirra reglugerð aftur. Sambært ÍSF kann FSF gera júst slíkar mannagongdir sambært sáttmálanum, meðan Kringvarpið ikki hevur hildið sín part av avtaluni.
Skrivið frá ÍSF endar rættiliga hvassorðað, tí ÍSF nevnir møguleikan at krevja sáttmála millum partarnar strikaðan vegna mishald. Harafturat kann tað koma upp á tal, at ÍSF fer at krevja endurgjald frá Kringvarpinum fyri hetta mishald av sáttmálanum, skrivar advokaturin Christian Andreasen í brævinum, sum hann hevur sent vegna ÍSF.