SF farið úr samráðingum um breiða stjórn

Danmark: Vinstri dregur í skeiva ætt á verðurlags- og náttúruøkinum, heldur Pia Olse Dyhr, forkvinna í SF.

Tað sigur forkvinnan í flokkinum, Pia Olsen Dyhr, við Politiken.

 

Hon sigur, at tær eru vorðnar »ov bláar«.

 

– Tað hava verið ógvuliga uppbyggjandi samráðngar, men vit eru ov langt frá hvør øðrum á avgerandi økjum. Tað eru vit, tá tað snýrs eg um veðurlag og náttúru.

 

– Her hálar Vinstri í aðra ætt, tí tey eru so tætt knýtt landbúnaðinum. Og tað er vorðið ov blátt, tá tað snýr seg um tey serliga útsettu.

 

– Tað er nakað av tí, sum vit hava stríðst um í samráðingarhølunum og her hava vit veruliga merkt, hvussu lítið tey vilja flyta seg í mun til tær allar fátækastu barnafamiljurnar, sigur Pia Olsen Dyhr við Politiken.

 

Forkvinnan í Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, samráðist nú við Vinstra, Moderatarnar og Tey Radikalu um at skipa eina breiða stjórn.

 

Eisini Liberal Alliansa og Danski Fólkaflokkur eru formliga enn við í stjórnarsamráðingunum, men teir báðir flokkarnir hava ikki verið boðsendir til samráðingar í eina tíð.

 

/ritzau/