NSÍ verður seinnapartin gestur í Hólmanum á Eiði. Hetta er næstsíðsti heimadysturin hjá EB/Streymi í ár, og harvið er hetta næstsíðsta ferðin, at Heðin Askham fer at hava ábyrgdina av liðnum hjá teimum í Sundalagnum á heimavølli.
Heðin Askham hevur boðað frá, at hann ikki fer at halda fram í EB/Streymi. Hann hevur sagt, at tað ikki hevur gingið soleiðis, sum hann og teir høvdu vónað og ætlað.
Nú er setningurin at vinna ein dyst aftrat. EB/Streymur hevur vunnið fýra ferðir í ár. Síðsti sigurin var á heimavølli ímóti 07 Vestur, tá ið úrslitið var 2-1. Hetta var 17. juni. Sostatt eru tað seytjan vikur síðani, at liðið fór av vøllinum við fullari úrtøku.
Kanska eyðsýndasti maður av øllum í EB/Streymi í ár hevur verið Pætur J. Petersen. Hann er leikbannaður ídag. Aksel B. Danielsen, sum síðani summarsteðgin hevur verið fremsti maður, verður ikki við ídag. Tríggir spælarar eru ikki tøkir, tí teir hava brotið fótin – Leif Niclasen, Fríði K. Johansen og Rói Olsen.
Arnbjørn Hansen er skaðadarvaður, men kanska verður hann á listanum.
Tá ið NSÍ var í Hólmanum 12. apríl, var úrslitið 2-2. Tað restaðu fýra minuttir, tá ið NSÍ javnaði.
5. august legði EB/Streymur rygg til 5-0 tap við Løkin. Fyrsta hálva tíman varð einki mál skorað, men so gekk tað skjótt.
Eftir fleiri vónbrot – tap ímóti B36 og HB og javnleik ímóti Suðringum – glapp tað av álvara, tá ið NSÍ sunnudagin vann 7-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur.
Hagtølini siga, at tað hilnast væl, tá ið NSÍ er á útivølli. Higartil í ár hava teir gulu bara tapt ein av tólv útidystum. Tað var fyri trimum vikum síðani, tá ið HB við 2-1 sigri tók stórt fet ímóti FM heitinum.
Pól Jóhannus Justinussen var á beinkinum síðsta sunnudag. Tað er møguleiki fyri, at hann verður millum teir fyrstu ellivu ídag.
Síðsta sunnudag vóru tríggir lyklaspælarar leikbannaðir. Nú eru teir tøkir aftur. Positiva avbjóðingin hjá venjaranum, Sámal Erik Hentze, er at gera av, hvørjar broytingar skulu gerast á liðnum, sum síðsta sunnudag vann 7-1 á heimavølli.