Danska íkastið til Miss World kappingina, Iris R. A. Thomsen skal til Miss World kappingina vera ílatin ein kjóla, sum Laila av Reyni deildarleiðari á klædnadeildini á TST hevur sniðgivið og seymað.
Tað vóru Miriam og Janus, sum av tilvild komu í samband við Iris Thomsen. Tey skuldu taka myndir fyri ein handil í Danmark, Vintage Bride, sum selur brúðarkjólar.
Tey fingu at vita at modellin var danska íkastið til Miss World kappingina í 2012. Modellin var ikki heilt nögd við klæðini, sum hon hevði fingið til Miss World kappingina, og tí nevndu Miriam og Janus fyri henni, at tey kendu eina, sum dugdi ómetaliga væl at seyma kjólar.
Hon sá myndir av kjólunum, og eftir at hon hevði tosað við Lisu Lents, sum fyriskiparin av donsku Miss World kappingini, byrjaði samskiftið millum Iris Thomsen og Lailu.
Í samskiftinum teirra millum greiddi Iris frá, hvat henni dámdi og hvussu hon hevði ynskt, at ein kjóli skuldi taka seg út. Út frá tí, sum hon segði, arbeiddi Laila við einum hugskoti til hana, sum hon góðtók.
Iris skal til Kina tann 17 juli og tá skal kjólin vera liðugur
Kappingin byrjar tann 18. juli og finalan er tann 18. august, og tá skal Iris Thomsen standa á pallinum í Dongsheng Fitness Center í býnum Ordos í Innara Mongolia í Kina.