Í samband við heystfagnað á Eiði verða bæði hóskvøldið 15. og fríggjakvøldið 16. oktober ymisk tiltøk á Eiði, sum hava við seyð, seyðasjúku og matmentan at gera.
Lagt verður fyri í miðhøllini í Eiðis skúla hóskvøldið klokkan 19.30, har fyrilestrar verða hildnir um 1) Seyðabókina, 2) Ridluskriða og 3) Matmentan.
Magnus á Stongunum fer at spæla millum fyrilestrarnar.
Fríggjakvøldið 16. oktober frá klokkan 18-20 verður pallborðsfundur í miðhøllini í Eiðis skúla, har evnið er “áseyðatal”.
Serfrøðingar siga, at ein triðingur av Føroya landi er við at gerast oyðimørk orsakað av ovbiti.
Tí er spurningurin, um tað almenna eigur at áseta áseyðatalið við lóg. Um so er, hvussu skal hetta gerast, og hvør skal gera hetta arbeiðið.
Leygardagin 17. oktober frá klokkan 10-16 verður seyðasýning við hagapørtum á Eiði, og hetta tiltak fer fram í tjaldinum á havnalagnum.
Meðan heystfagnaður er á Eiði, verður eisini skipað fyri FM í fletting, sum in.fo fer at venda aftur til í aðrari grein í kvøld.










