Undir hesi yvirskrift hevði Frits Johannesen boðað til kvøldsetu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 26. oktober. Og sum altíð møtti væl av fólki upp frá at kalla allari Eysturoynni og Norðoyggjum.
Hetta er 9. ferðin, at Frits hevur skipað fyri “Seyður og seyðahald” og hevur hann eisini verið og ferðast við hesum serstaka tiltali. Í Tórshavn, í Suðuroy og enntá í Íslandi hevur hann skipað fyri seyðapráti, sum eisini har vakti áhuga.
Uppskriftin hevur einamest verið, at hann bjóðar eini fýra monnum úr fýra ymsum hagapørtum at greiða frá um seyð, hagreiðing, rakstur og seyðahald í teirra øki.
Hesaferð vóru teir, ið siga frá: Levi Joensen, Artur Johansen Helgi í Brekkunum og Dávur Winther.
Levi Joensen, frá Klaksvík, segði frá hagapartinum, í Barmi. Tað vórðu vístar vakrar og sigandi myndir, sum stuðlaðu væl undir tí, Levi segði frá. Greitt var frá rakstri og eru hundarnir hjá Levi tiltiknir góðir seyðahundar. Barmur liggur á eystursíðuni á Borðoynni.
Levi hevur røktað Barm síðani 2004 og Fyri heiman síðani 2014, tá ið hann keypti festið har. Festið er 7 merkur tilsamans.
Eisini varð greitt frá hugtakandi ferð við og eftir veðrum í fitilendi, Hálsar, ið er vestanfyri Skarstør - norður móti Nakkinum á Kunoynni – har er bratt og óhøgligt, og mást tú vera nakað kimiligur, fyri at ganga her.
Artur Johansen av Strondum greiddi frá haganum, Heygshagi, ognin á Strondum. Hagin liggur oman fyri bygdirnar Strendur, Kolbeinagjógv og Morskranes. Hetta er sunnasti hagi í markatalsbygdini Strendur, og er hagin stórur, 276 gl. ella 17 merkur og 4 gl. og víddin er 5,7 km2.
Hagin ber tveir seyðir upp á hvønn gyllin – tað gevur 552 áseyðir. Harafturat kemur røktin, sum er 48 áseyðir. Av tí at hagin er ognarhagi, og skipanin er kenning, so er tað meira ella minni sjálvdráttur í ansingini um veturin, eins og hvør maður merkir síni lomb.
Eisini varð greitt frá vetrarfriðing og útskifti á Strondum, sum hevur gingið yvir fleiri ár.
So var ein lítil steðgur, har altíð verður boðið te og kaffi, og drýlur við kjøtpylsu sum viðskera frá Heygabúðini í Klaksvík. Tá er nógv prát millum menninar um tað sama: seyð og seyðahald, vekt og hvussu heystið hevur skorist.
Síðani helt Helgi í Brekkunum fram við støði í bók síni: Seyður í søgu og veðri. Hann greiddi m.a. frá um áseyðatalið í Føroyum fyrr og nú, og hvussu veðrið ávirkar seyðin í Føroyum.
Hann greiddi frá ymsum hagtølum við ymsum søguligum keldum. Eisini um hvussu ymiskt tað regnar í Føroyum frá stað til stað og at regnið/vætan hevur beinleiðis ringa ávirkan á seyðin og vektina.
Henda áhugaverda bókin hjá Helgi í Brekkunum kom út á Grækarismessu 2017.
Dávur Winther segði frá seyðahaldi á Skarvanesi og í Skálsáfjórðinginum – eystantil á Sandoy: um rakstur, hagabýti, fylgir, savningar og at kyrra seyðin, áðrenn farið verður av savningini.
Teir eldru menninir sungu stundum serstøk stutt løg fyri seyðinum á savningini fyri at kyrra seyðin, og á henda hátt at fáa ein betri og hóligari rakstur.
Til kvøldsetuna verður altíð sungið, Nú hvítna tindar eftir Robert Joensen og sangurin hjá Albert Róin, Fjallboð í Halgadali – Jógvan á Lakjuni spældi sum so ofta fyrr undir á flygel.









