Seyðauppboðsøla við Pubbina

Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag skipar fyri seyðauppboðsølu.

Í annakvøld kl 19 skipar Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag fyri seyðauppboðsølu við Pubbina á Tvøroyri.

Tað skulu fitt av pengum til at reka eitt bjargingarfelag og fyri at fáa pengar til rakstur, skipar SNB fyri seyðauppboðsølu í annaðkvøld.

 

Men longu nú ber til at fara inn á bjoda.info og síggja seyðin, sum er á uppboðsølu, og geva eitt boð uppá hann.

SNB hevur áður roynt at hava seyðauppboðsølu, fyri at fáa pening inn fyri rakstur av felagum.

 

Alt arbeiði hjá felagnum er sjálvboðið.