Seyðasýning verður í Kvívík í morgin

Í morgin, leygardagin 21. oktober, verður seyðasýning í Kvívík.

Aftur í ár verður tiltakið í Seyðahúsinum hjá Ognarhaganum á Símunarbrekku.

 

Allir seyðirnir fáa eitt nummar, so sýnarar ikki vita, hvør eigur hvønn seyð. Hetta fyri at hava eina so óhefta meting sum møguligt.

 

– Byrjað verður klokkan 10, har mát verða tikin av seyðunum. Sýnarar koma úr Vágum, eftir døgurða heldur sýningin fram, skriva fyrireikararnir.

 

Virðislønir vera latnar fyri:

 

  • Hagi (1, 2 & 3)
  • Seyður (1, 2 & 3)
  • Veðrur 1
  • Eldri veðrur 1

 

Aftan á døgurða verður, kaffi/te og kaku til øll vitjandi. Eftir seyðasýningna vera haru hagarnirseldir

 

– Vónandi fáa vit ein góðan og hugnaligan dag saman. Tiltakið er alment og øll eru vælkomin, skriva fyrireikararnir.