Seyðaskinn í salt - heldur enn brenning

Aftur í ár eru móttøkur, ið taka ímóti seyðaskinnum, sum verða saltað til útflutnings.

IRF vísir á hvørjum heysti á, hvussu fráfall frá fletting skal burturbeinast.

 

Í sama viðfangi verður eisini heitt á fólk, sum hava seyð, um at lata skinnini til góðkendar móttøkur, sum salta til útflutnings.

 

Felagið Oikos í Bø er góðkendur útflytari, og í ávísum økjum kring landið eru móttøkur, sum taka ímóti skinnum fyri felagið.

 

Tá fjøllini eru gingin, og flettingin er liðug, verða bingjurnar heintaðar.

 

Seyðaskinn, sum verða latin til saltingar, skulu viðfarast væl, og tey skulu kølast niður - eitt og eitt, áðrenn tey verða løgd upp í rúgvu. Annars spillast tey skjótt og kunnu ikki brúkast.

 

Ein skipan er eisini galdandi, har djóralækni skal sýna seyðin livandi, soleiðis at smitta ikki verður borin. 

 

Viðheftu myndir eru tiknar í saltingini av seyðaskinnum á Sandi. Sagt verður haðani, at áhugin at lata skinn í heyst er stórur og í gjár, tá myndirnar eru tiknar, komu næstan 500 seyðaskinn í salt.

 

##med2##

 

##med3##