Seyðaprát er mentan á høgum stigi

(Ljóðsamrøða) Fimta árið á rað skipar Frits Johannesen fyri kvøldsetu við mentaðum seyðapráti

Í kvøld klokkan 19 verður kvøldseta um seyð og seyðahald í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

Hetta er fimta kvøldsetan av hesum slag, sum verður hildin í Fuglafirði, men Frits hevur eisini hildið hesar kvøldseturnar á Tvøroyri, í Vestmanna, í Havn og í Íslandi. Kvøldsetan plagar at vera væl vitjað, og her hittast nógv góð fólk til hugnaligt prát, skemtiligar søgur og reyp.

 

Í kvøld verða frásøgufólkini Jógvan Ingvard Olsen av Toftum, Sámal Petur Petersen úr Funningi umframt Archibald Black og Heini Mohr úr Klaksvík.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Frits Johannesen, sum heldur seyðaprát verða mentan á høgum støði. Fremst í samrøðuni hugleiðir Frits um Tongla-Tummas í samband við, at Rás2 spældi veðratáttin, áðrenn prátað varð við Frits. 

 

(Mynd: fuglafjordur.com)