Leygardagin hin 10. september verður seyðahundakapping í Syðrugøtu, og tað er Eysturoyar Seyðahundafelag, sum skipar fyri.
- Øll eru vælkomin bæði at hyggja og luttaka, tá kappingin verður, siga tey, sum standa aftan fyri tiltakið.
Staðsetingin av seyðahundakappingini er í haganum hjá Poul Arna Jacobsen, oman fyri nýggja seyðahúsið í Syðrugøtu.
- Her verður drekkamunnur og kakubiti, og samstundis verður møguligt at síggja dugnaligar hundar og fáa eitt gott prát, verður lagt aftrat.