Seyðurin er svangur

Politiið fær í hesum døgum nógvar fráboðanir frá fólki, sum gremja seg um, at seyður gongur í urtagørðum.

Fráboðanirnar koma bæði úr bygd og úr bý.

Hetta hevur óivað samband við, at seyðurin er svangur. Eingin gróður er, og seyðurin leitar sær tí so langt oman, sum hann sleppur.

Garðarnir skuldu vera í seyðahøgum standi hálvan mai, men nógvastaðni fingu tey seg ikki at reka seyðin rættstundis av bønum vegna vantandi gróður í haganum.