Seyður ella rútur

Vikuskiftið hevur verið so mikið friðarligt, at mest skakandi hendingin var ein yvirkoydrur seyður ? ella ein brotin rútur - Nei, her er lítið at boða frá.

Tað segði vakthavandi á politistøðini í morgun. Hann blaðaði í rapportunum, men tað einasta hann kom fram á, vóru smáting.

Ein avdottin maður í Klaksvík, sum politiið koyrdi til hús, ella kæra av larmi frá Klubbanum frá grannum. Einki, sum kundi fáa sinnið í kók.

Jú, forrestin, ein seyður var yvirkoyrdur, og ein rútur var brotin í einum sethúsum...

Sama var lagið fríggjakvøldið, so sigast má, at hetta hevur verið eitt óvanliga friðarligt vikuskifti, hóast ? sum Portalurin nevndi ? fólk hava fingið sína mánaðarløn upp til júst hetta vikuskiftið.