Farna vikuskiftið bleiv somikið vátt. at nakrir nýkliptir seyðir í Sundalagnum ikki hóraðu undan. Dimmalætting skrivar, at seks seyðir hjá Hjørleif Zachariassen, sum gingu norðanfyri Streymnes, komu somikið illa fyri, at teir doyðu av kulda. Fleiri aðrir nýkliptir seyðir hjá Hjørleif vóru veikir aftaná nógva avfallið leygarnáttina í farnu viku.
Hjørleif Zachariassen sigur við blaðið, at møguliga vóru seyðirnir hjá honum kliptur nakað stutt í ár.










