Kapping
Um veðrið verður til vildar nú leygardarin, verður skipað fyri stórari seyðhundakapping á Viðareiði. Hetta er á triðja sinni, at seyðhundakapping er á Viðareiði, og fyrireikararnir siga, at kappingin er komin fyri at verða.
Seinast luttóku yvir 40 hundar, og tí verður kappingin hesaferð løgd soleiðis til rættis, at kappast verður í tveimum støðum samstundis.
Kappingin er býtt upp í tríggjar bólkar. Klassi 3, ið umfatar teir elstu og bestu hundarnir í landinum, koma at kappast eysturi á Heiðum. Hesir hundarnir fáa tveir møguleikar. Tann, sum samanlagt fær mest stig, hevur vunnið kappingina. Henda kappingin er ein kvalifikatiónskapping til Continental í august og til VM í Wales í september í ár.
Klassi 1 og 2 koma at kappast á einum øðrum øki, og miðað verður ímóti, at kappingarnar verða lidnar nøkunlunda um somu tíð. Klassi 1 umfatar teir yngstu hundarnar.
Kendur dómari luttekur
Aftaná verða steyp og heiðursmerki handaði til nummar 1, 2 og 3 í hvørjum bólki.
Tað, sum sermerkir kappingina hesaferð, er, at ein útlendskur dómari kemur at døma kappingina í klassa 3. Talan er um Julie Hill í Skotlandi, ið hevur nógvar royndir innan hetta økið. Hon er fødd og uppvaksin í Onglandi, men býr í Skotlandi, har hon hevur ein bóndagarð sunnanfyri Edinburg.
Julie Hill er ein av best kendu fólkunum innan seyðahundar og hevur millum annað vunnið »The International Supream Champion« í 1996 við hundinum Moss, og í 2006 var hon nummar tvey við hundinum Tess. Hetta er tann hundurin, ið hon hevur nú. Talan er um størstu hundakapping í Stórabretlandi. Eisini er hon útnevnd at vera besta kvinnuliga sokallaða »hander« av BBC seinastu 30 árini. Eisini er hon kend fyri at halda skeið og døma kappingar í USA og í Europa. Í 2003 gav hon út bókina »The natural way« út, sum snýr seg um venjing av seyðahundum.
Sunnudagin kemur Julie Hill at halda skeið á Viðareiði fyri seyðahundum og eigurum teirra.
Tað eru teir fimm seyðahundaeigararnir, Jákup Jacobsen. Tróndur Petersen, Niels Absalonsen, Esmar Sørensen og Eyðstein Jensen, ið saman við Føroya Seyðhundafelagnum, ið skipa fyri kappingini og skeiðnum á Viðareiði.