Seyðaskinnini og fullar vembur geva IRF trupulleikar

Brennistøðin hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík fær so nógv rusk inn, at teir klára ikki at brenna undan. Øll tey mongu seyðaskinnini, sum nú vera brend, saman við ótømdum vembrum ger, at IRF ikki tekur ímóti burturkasti í dag

– Vit fáa so nógv rusk inn, at vit megna ikki at brenna undan. Skinnini, ið eru komin afturat í ár, fylla so nógv upp, at tað er fult hjá okkum. Tí mugu vit fáa ein steðg í, so at vit klára at minka eitt sindur um køstin, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.

Stutt áðrenn fjøllini vórðu gingin, boðaði Oikos í Vágum frá, at teir ikki fóru at taka móti skinnum í ár. Teir hava annars í fleiri ár tikið móti umleið 30-35.000 skinnum árliga, sum teir hava útflutt, og sum tí hevur verið endurnýtt. Øll hesi seyðaskinnini og nógv annað burturkast, er nú endað í køstinum hjá IRF og á kommunalu brennistøðini á Hjalla í Havn.


Meira útlát

– Umframt skinnini koma eisini nógvar ótømdar vembur og blóð í bingjurnar hjá okkum, og bæði vætan og nøgdirnar gera, at tað er nógv rusk at brenna. Tað er ikki gott fyri ovnin, tí tað kølir hann, vit mugu nýta meir el og olju fyri at hita upp, meir kálk í filtrunum fyri at reinsa tað, sum fer úr skorsteininum, tað slítur upp á ovnin, og tað kostar munandi meira. Og so er tað meira útlát, sigur Poul Andrias Joensen.

Hann heldur, at tað er ein óskikkur ikki at tøma vemburnar, áðrenn tær verða tveittar burtur.

– Tíverri eru fleiri, ið ikki tøma vemburnar. Tað gevur okkum nógvar trupulleikar. Vit royna at kunna um, at vembur skulu tømast, áðrenn tær fara í bingjuna, men tíverri eru ikki øll, ið gera eftir áheitanini, sigur stjórin í IRF.

##med2##


Nøgdirnar av burturkasti vaksa, vaksa og vaksa

Fyri einum góðum ári síðani tók IRF nýggja ketilin í brúk umframt at aðrar broytingar vórðu gjørdar á brennistøðini. Frá at kunna brenna 56 tons av burturkasti um døgnið, hevur nýggi ketilin brent í miðal 76 tons um døgnið – onkrar dagar hava teir brent omanfyri 80 tons um dagin.

Nøgdirnar av burturkasti eru eisini vaksnar hesa tíðina, og serliga nú, tá ið flettingin er fyri, kemur nógv burturkast til IRF.

– Hesa tíðina kemur sera nógv burturkast til IRF. Vit leggja til dømis merki til tað, tá ið okkara bilar skulu taka tær 10 fermetra stóru bingjurnar, ið standa á innsavningarplássunum kring landið. Vanliga viga tær um 1,4 til 2 tons, tá ið tær eru fullar av ruski. Men nú flettingin stendur uppá, kunnu tær viga heilt upp móti 10 tonsum. Tað er so nógv í, at okkara bilar ikki altíð klára at lyfta tær, sigur stjórin á IRF.

Hann vísir á, at fyrr hevur IRF kunna sent nakað av ruskinum til brennistøðina í Hjalla at brenna, men teir hava eisini so nógv rusk, at teir kunnu ikki taka móti meira.

 

Meira má endurnýtast

– At vit ikki fáa tikið móti burturkasti í dag, er sjálvsagt ein sera óheppin støða, men í verandi løtu eru umstøðurnar hjá starvsfólkinum á Brennistøðini ómøguligar, tí køsturin er kjokkfullur av sera vátum burturkasti, sum brennur illa, sigur Poul Andrias Joensen.

Hann vísir á, at arbeiðast má meira við at endurnýta.

– Tað má arbeiðast meira við hugburðinum til endurnýtslu at ikki alt verður tveitt burtur, sigur stjórin í IRF.