Seyðasýning í Skálavík leygardagin

Eins og undanfarin ár verða aftur í ár fleiri virðislønir latnar fyri góðan seyð og bestu hagar.

 

Leygardagin 24. oktober, sum er leygardagin komandi, verður árliga seyðasýningin í Sandoynni. Í ár verður tiltakið í útróðrarhúsinum á bryggjuni í Skálavík.

Byrjað verður stundisliga leygarmorgunin at taka ímóti seyði, og sum morgunin gongur, byrjar sjálv seyðasýningin, har uttanveltaðir sýnsmenn fara at meta um seyðin.

Hvør seyður hevur eitt nummar, og sýnsmenninir vita ikki, hvør eigur seyðin, sum verður sýnaður. Tískil er hetta ein óheft meting av, hvørjir seyðir eru teir bestu.

Eins og undanfarin ár verða eisini hesaferð fleiri virðislønir latnar, og virðislønir verða soleiðis latnar fyri - 

* Besti hagi (1, 2 og 3)

* Besti brundur (1, 2 og 3)

* Besti veturgamli veðrur (1, 2 og 3)

* Besti eldri veðrur (1, 2 og 3)

* Besti heimaseyður (1, 2 og 3)

Stigtakararnir aftan fyri seyðasýningina siga seg vóna, at nógvir seyðaeigarar aftur í ár fara at koma við hornaseyði til sýningina í Skálavík leygardagin.

##med2##