Í morgin - leygardagin 4.november - verður aftur árliga seyðasýningin hildin Úti í Støð á Sandi, tá óheftir sýnsmenn koma at sýna og meta um hornaseyð í Sandoynni.
- Tað er bæði heima-og hagaseyður, sum verður sýnaður og mettur, og vanligt er, at hetta í flestu førum er brundsseyður.
Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin við góðum veðurlombum, vetrargomlum veðrum og eldri hornaseyði.
- Seyður, sum vinnur í seyðasýningini á Sandi, tryggjar sær eisini luttøku í landsumfatandi seyðasýningini, sum verður seinni, siga fyrireikararnir.
Byrjað verður at taka ímóti seyði Úti í Støð í morgin klokkan 8, og sýningin byrjar klokkan 10.