Leygardagin verður seyðasýning í seyðahúsinum í Strandahaga. Seyðmenn eru sera spentir til sýningina. - Hetta er ein festdagur fyri fólk, sum fáast við seyð, og spenningurin hevur verið stórur í langa tíð, sigur Andras Joensen, bóndi, sum er ein av teimum, ið skipar fyri seyðasýningini.
Seyðasýningin í Norðoyggjum er annaðhvørt ár, og hesaferð verður hon í seyðahúsinum hjá Strandahaga. Seyðahúsið hjá Strandahaga liggur norðanfyri grótbrotið hjá Klaksvíkar Kommunu á Strond.
Tilmelding av seyðunum byrjar klokkan 8, og sjálv sýningin byrjar klokkan 10. Bestu seyðar og hagi fáa virðisløn, tá ið sýningin endar.
Leygarkvøldið verður borðhald í Skálanum í Klaksvík, og tá verður borðreitt við røstum kjøti.