Seyðasýning ? Fjallmannaveitsla

Yrking

Føroyingar, sum her nú koma saman.


Fjøllini tey eru nú øll gingin,
hepnast hevur alt so sera væl,
krovini í hjallin eru fingin
tálgin hon í laka saltast skal.
Latum okkum aldri, aldri gloyma,
tað sum fedrar okkum lærdu her,
latum okkum alt tað góða goyma,
:,:sum teir lærdu okkum her í verð.:,:

Brundseyðir nú allir eru sýndir,
virðismeting fingu teir í dag,
mega ei av nøkrum verða týndir;
eru undan ymsum góðum slag.
Prátið gongur væl ímillum manna,
um tann seyð sum grøna bandið fekk,
ja, her má so mangur maður sanna
:,:rættvísi fram um alt annað gekk.:,:

Latum okkum virða hesa mentan,
sum vit fingu okkar? fedrum frá,
hendan arv vit halda vera hentan,
og at teir her eru okkum hjá.
Hugnaligt tað er á fjall at ganga,
gjøgnum líðir og í brøttu skor,
mangur maður má har seyðin fanga,
:,:stíga vilja vit í fedra spor.:,:

Vit nú sita her við frøði, gaman,
njóta góðan mat og fornan sið,
syngja vit í góðum lag tilsaman,
um teir gomlu, okkum lærdu við.
Tað sum her var teirra dýra æra,
var at læra unga ættarlið;
nøgdsemi og duga væl at spara,
:,:var her teirra fremsta mál og mið.:,: