Seyðarhøvdini verða skrædd burtur

Higartil í ár hev­ur Krás í Hós­vík selt eini 600 høvd

Á lands­vegnum við Krás í Hós­vík stendur eitt skelti við á­skriftini Seyðarhøvd.
Tað verður ofta sagt, at før­oyi­ng­ar flest ikki longur eta seyð­ar­høvd, men so er ikki, tí tað stendur ikki á hjá Krás at selja seyðarhøvd.
– Summi ringja og bí­leggja høvd, og onnur koma inn, tí tey hava sæð skeltið, verð­ur sagt av Krás.
Tað eru bara lambs­høvd­ini, sum verða seld.
Hig­artil í ár eru seld um­l­eið 600 høvd, men hesa vik­una aftrat verður meira flett, og tí framvegis høvd at fáa.
Spyrja fólk eft­ir høvdum, tá ið eingi eru at fáa, verða tey skrivað á bíðilista.