Seyðarhøvd selir føroyskan tónleik

Fyrireikararnir av Atlantic Music Event brúka eina mynd av einum seyðarhøvdi, sum amboð at selja atgongumerkið til konsertina í Vega leygarkvøldið 27. august. Myndin er sterk og óvanliga flott, og so er hon 100 % føroysk, ella skuldi man kanska sagt 200% føroysk.


Tað eru menninirnir, sum fingu AME virðisløn fyri vakrasta fløguhúsa fyrr í ár, Niels Arge Galán og Uni Árting, sum hava gjørt plakatina, sum uttan iva fer at fanga mangt eyga í gøtunum í Keypmannahavn komandi vikuna.
 
Teir hava gjørt eitt prísskelti við øllum teimum viðkomandi upplýsingunum, og hava klistrað tað á eitt selofoninnpakkað seyðarhøvd, og tikið eina mynd av hesum, henda mynd ein síðani prenta sum plakat..