Tú hevur verið føroyameistari í fleiri ítróttagreinum, hvørjum?
Hondbólti, fótbólti, badminton og flogbólti.
Um tú í dag skuldi valt eina grein burtur úr at íðka, hvørja hevði tú valt?
Mær dámar so at siga allan ítrótt, so tað er ringt at velja ímillum. Umstøðurnar til einstaklingaítrótt eru nógv batnaðar, og har hevði eg heilt víst vilja roynt meg meira. Tað kundi td. verið í renning ella súkkling. Tá hevur man í hvussu er ongan annan at skylda uppá, tá tað gongur minni væl.
Í liðítrótti er tað tíverri oftani ringt at fáa øll at vilja tað líka nógv.
Hvussu eru umstøðurnar hjá hondbóltinum í Føroyum í dag?
Tær eru betri, enn tá eg var ungur. Vitanin um, hvussu venjast skal við betri úrslitum, er eisini nógv størri. Eisini eru feløgini og HSF betri organiseraði. Serliga er stuttligt at síggja, hvussu tey yngru dríva á í dysti og venjing.
Hvussu koma vit víðari?
Við at seta okkum hægri mál, hava góðar ungdómsvenjarar, hjálparfólk og vælskipað feløg. Fara av landinum fyri at fáa insperatión.
Tá leikarar fara av landinum, er umráðandi, at tey finna sær umstøður, har tey framhaldandi kunnu mennast, fyri síðani at koma aftur og lyfta støði her á landi.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Hyggji mest eftir føroyskum og útlenskum tíðindum.
Tíðin um vikuskiftið fer til onkran góðan fótbóltsdyst í Englandi ella Spania. Annars hondbólt tá td EM ella VM er.
Hvørji frítíðar áhugamál hevur tú umframt ítróttin?
Havi nógv frítíðar áhugamál, men havi alt ov lítla tíð til tað í løtuni. Nevnast kann ríðing, vera í báti og vera saman við góðum vinfólki.
Er tú innløgumaður – fugl, fisk og annað?
Kann fara eftir nátum og onkran lítlan útróðrartúr, men ikki í grind. Kann tí ikki kalla meg fyri rættan innløgumann.
Hvør er tín lívrættur?
Seyðarhøvd úr Kollafirði og ræst kjøt úr Mykinesi.
Hvussu fylgir tú við í samfelagsviðurskiftunum?
Lesi bløðini, portalar og hyggja eftir tíðindum í sjónvarpinum
Ferðast tú nógv í egnum landi – burtursæð frá hondbóltinum?
Í mínum arbeiði, sum hevur við alivinnuna at gera, komi eg nógvastaðni runt. Onkuntíð er familjan í summarhúsið eisini. At ferðast á hestbaki er eitt tað besta sum er, um tú vilt síggja náttúruna.
Hvørja feriudestinatión kundi tú hugsað tær at vitja?
Havi ikki nakað ávíst ynski, men deiligt at fara í ljósari og heitari lond av og á.
Verður tú virkin innan ítróttin um 10 ár?
Ítrótturin hevur altíð verði ein stórur partur av mínum lívi, so eg ætli mær á ein ella annan hátt at vera virkin, men ikki sum venjari á hægri støði.