Tá eg hevði greitt teimum frá tí sindri, eg visti um hetta evni at siga, var eg norðan fyri Hósvík fyri tí óhappi, at eitt smálamb leyp tvørtur um vegin oman til mammuna, sum lá niðanfyri. Lambið kom undir bilin og skaddist so meint, at eg noyddist svava tað, sum tað lá – havi altíð knív í bilinum, sum eg nú má minnast til at leggja eftir, um vit fara til Danmarkar, har knívur ikki longur er loyvdur – hvørki í bili ella lumma.
Útlendingarnir lupu úr bilinum, tómdu hvørja gørn og hildu í sama andadrátti, at hatta líktist svarta ongum, at seyður gekk leysur á vegunum, sama hvat eg tá segði um upprunarættindi o.a.
Nei, spurningurin er ikki so einfaldur – ikki av tekniskum ávum, men heldur av, hvør skal rinda kostnaðin av at stika, gera gongusmogur og hald av stiki og smogum.
Fram við landsvegum er málið avgamalt
Í sínari tíð stikaði Landsverkfrøðingurin rættiliga long strekki av landsvegnum ymsa staðni og legði gongusmogur undir vegnum til seyðin at ferðast gjøgnum – alt eftir veðrinum – omaneftir upp undir illveður og niðaneftir móti góðveðri, hetta líka álítandi sum besta barometur.
Soleiðis hevur gongdin verið í kanska eini 1500 ár – Brendan nevnir longu í 6. øld bæði fólk og seyð í Føroyum – og Dicuil tað sama sløk 300 ár seinni.
Tað, eg veit, riggaðu smogurnar væl; men stikið varð ikki alla staðni hildið so væl, sum avtalað varð við teir, sum hagarnar høvdu um hendi, og um eg var sakførari hjá eigarunum, vildi eg eisini ført fram, at hesir ikki áttu at sviðið alt ov illa fyri teimum broytingum, sum trýstar eru inn á teirra aldargamla vinnuveg.
Harafturímóti kann sigast, at hagapartar hava fingið sera nógv burtur úr tí, at hagin av landsvegunum er vorðin meira atkomiligur. Hesin fyrimunur plagdi fyri tað mesta í sátt og semju at verða tikin við í samráðingunum um endurgjald fyri tað lendið, sum fór undir vegin og tann skaða, sum við hvørt kundi standast av vegagerð í brattlendi.
Mannalív mugu undir øllum umstøðum bjargast
Tað hjálpir einki, um vit viðganga, at skuldin er okkara, at vit ikki duga at koyra eftir umstøðunum og gloyma, at sakleysur seyður kann vera á vegnum.
Í so máta er seyðurin fyri tað mesta meira varin, enn vit eru, tí hann liggur sjáldan á vegnum, men heldur fram við, og hevði bóndin heft eitt ella tvey refleks upp á seyðin, hevði hetta bøtt væl um, men kortini ikki nóg mikið.
Spurningurin er so, hvørji ráðini eru til at taka, og er kanska ikki stórt annað at gera, enn at úbyggja tað, sum vit fyri eini trý- fýrati árum síðani sum eina roynd løgdu lunnar undir, ella rættari sagt: settu stikur upp fyri.
Privat hald er eingin loysn
Eg haldi tað vera prógvað alt ov væl, at privat hald av stiki sum heild ikki ber til og vil bara gera støðuna hvana verri av tí, at tá liðugt er at stika, halda vit bilførarar okkum sita tryggar fyri seyði og rokna als ikki longur við, at atdráttur millum lamb og ær enn kann koma fyri á vegnum av tí, at stikið ikki er hildið.
100 milliónir kanska í minna lagi
100 milliónir ljóðar á góðari leið, um talan bara er um stik; men eyðsæð er, at skulu slakar 500 km av landsvegi stikast á báðum síðum, so skal meira til enn bara stik. Undirsmogur noyðast í mongum føri gerast afturat teim verandi, skipaðir atkomumøguleikar millum landsveg og hagapartar og mangt annað, hetta alt eftir samráðing við bøndurnar.
Við øllum snøklum kann tað eftir míni leysligu meting kanska koma upp móti tí dupulta – einum 200 milliónum – og av peningatroti og krepputíð kann hetta ikki alt gerast eftir stuttari tíð.
Eg vil tí skjóta upp, at oyggj fyri oyggj verður tikin ein í senn og síðan so við og við lýst sum seyðatrygg oyggj at vera, raðfylgjan kanska helst í mun til ferðslutættleikan, men kortini fyri viðgerð av allari oynni; men tá skal hon eisini vera trygg, kosta hvat tað má. Annar møguleiki er einans bara einki at gera
Verður farið undir upp á kvamsvís við einum petti her og øðrum har, kann tað koma at kosta enn fleiri mannalív, sama hvussu mong leiðbeiningarskeltini eru.
Innangarðs friðingar
Kommunalar seyðaspurningar skal eg einki siga um annað, enn at vit gomlu minnast táttin um tulipanærina.
Sum lættisoppafrásøgn kann eg eisini siga frá, at tá eg í 1965 kom heim við útlendskari konu, gramdi hon seg ein morgum um eina ær, ið hevði hug at leypa upp um stikið til urtagarðin inni á Fjørð í Vestmanna, har vit í fyrstuni búðu.
Eg var í seinna lagi um at seta meg í bilin á veg norður í Sundalagið at stinga veg út millum Streymnes og Langasand og bað hana bara skjóta beistið.
Hugsaði ikki um, at vit tá í fleiri ár høvdu baksast sum frægast í Zagrosfjøllunum í Persia, og meira tonkti eg ikki um tað, fyrr enn eg um kvøldið kom aftur, og mamma mín spurdi, hvat tað var fyri ørt konufólk, eg var komin dragandi við – hon hevði ligið og meddað við kaliburtólvaranum út gjøgnum vindeygað hjá Elsu systur, og var um at krøkja fremstafingur, tá mamma setti í eitt gallróp og fekk steðgað henni.
Skortfleingjuna, eg sjálvur fekk frá báðum kvinnum í felag, lata vit fara.
Øll eru vit samd
Øll eru vit samd um tað skilagóða í at útvega bæði fólki og fenaði betri sømdir – men játtanir skulu til og tað í stórum upphæddum – tí privat hald av stiki kunnu tit, sum sagt, gloyma alt um.
Stikingarætlanin ber í síni heild kanska til við eini langtíðarætlan yvir eitt áramál; men í hvussu er ikki nú í einum springskíti tað, eftir er av árinum.
Hetta eftir bestu sannføring og so frægt meg minnist – ella ørminnist!