Seyðamenn skoraðu mest

Tvørafólk gangahøgt uppí at fáa býin verarfriðaðan fyri seyð. men tá ið atkvøðurnarvóru taldar upp, fingu teir nógv flestar atkvøður, sum eiga eina mestan seyð

Kommunuval

Tvøroyri: Eitt mál, sum hevur verið frammaliga í valstríðnum á Tvøroyri, er at vetrarfriða Tvøroyri fyri seyð.
Býráðið hevur arbeitt við málinum í fleiri ár, men enn er ikki komið á mál.
Tó er enn gongd á málinum, men kommunan er víðfør og semja skal fáast við nógvar hagar, eins og milliónaupphædd skal latast í endurgjaldi fyri mist vetrarbit.
Tað var eisini bara spurningurin um vetrarbit, sum fekk áhoyrararnar at ressast við á veljarafundinum á Tvøroyri uppundir valið.
Tað er ongin loyna, at Kristin Michelsen, borgarstjóri og Jaspur Vang, nývaldur býráðslimur, hava rættiliga nógvan seyð. Og um tað er rættvíst ella ikki, skulu dagar ikki takast ímillum her, men tað er heldur ongin loyna, at akkurát hesir báðir verða mangan lagdir undir at eiga ein trivaligan part av tí seyði, sum ger sær dælt av tí sum grør ímillum húsini á Tvøroyri.
Men veljarin á Tvøroyri mann hava stórt álit á, at júst hesir báðir eru førir fyri at fáa seyðin úr býnum, tí til stuttleika kann nevnast, at tað vóru hesir báðir, sum fingu nógv flestar atkvøðu til býráðsvalið týsdagin.
Kristin Michelsen var toppskorari við 225 atkvøðum og Jaspur Vang fekk 169 atkvøður og sostatt kom ongin nær í námind av teimum báðum.