Seyðaárið endar

Trettanda kvøld, sum er tann 6. januar, endar seyðaárið, og tað nýggja seyðaárið byrjar.

Ymsir siðir hava knýtt seg til hendan dagin. Brundarnir blíva tiknir úr haganum, og samstundis er hetta seinasti arbeiðsdagur hjá røktingarmanninum, um hann hevur sagt røktina frá sær. Gamalt var, at røktingarmaðurin segði frá í klipping, at hetta var seinasta fjall hjá honum, og tá so brundarnir vóru fingnir heimaftur, var árið hjá honum liðugt.

Men samstundis byrjar tað nýggja seyðaárið. Tað merkir, at nú bíða vit eftir lembingini, og í teimum høgum, har tað verður givið, verður byrjað um hálvan februar og úteftir. Er vetrarbitið gott, so er ikki neyðugt at geva yvirhøvur.

Tann næsta hendingin í nýggja seyðaárinum er koppseting av óm fyri blóðsótt og bráðsótt.

Koppingarevni eru at fáa í handkeypssølu á apotekunum. Holla leiðbeining hesum viðvíkjandi eiga tygum at fáa haðani.

Umframt skal seyðurin fáa viðgerð fyri orm í vinstur, vilum og lungum.

Kelda: MBM