At søkja hjálp frá einum sexologi kann kennast sum at fara út um mark, og fyri nógv er tað eisini ov kostnaðarmikið. Men nú kanst tú fáa svar uppá allar tínar spurningar Hevur tú trupulleikar í tínum sexlívi? Ella hevur tú nakrar spurningar viðvíkjandi tínum kærleikslívi, so kanst tú senda tínar spurningar til sexologurin@sosialurin.fo.
Birita Lamhauge Jóansdóttir, sexologor og parráðgevi, svarar spurningum frá lesarunum hjá planet.fo, og verða spurningarnir svaraðir inni á heimasíðuni. Eisini hugleiðir Birita um ymisk viðurskifti innan parlag og kærleika, og verða bloggur hennara at síggja á planet.fo hvørja viku.
Allir spurningar eru í trúnaði, og eingi nøvn ella upplýsingar hjá spyrjaranum verða at síggja á heimasíðuni. Seinni í vikuni verður eisini gjørligt at senda spurningar umvegis planet.fo, soleiðis at eingir upplýsingar nýtast at koma til sjóndar.
Fyrsta bloggan hjá Biritu kann lesast á planet.fo seinni í dag.