Sexologurin bloggar hvønn mikudag

Sexologurin og parráðgevin hjá planet.fo, Birita Lamhauge Jóansdóttir, hevur hvønn mikudag eina bloggu á planet.fo, og hvørja viku svarar hon spurningum Birita Lamhauge Jóansdóttir er útlærd sum sexologur og parráðgevi í skúla í Keypmannahavn, og nú starvast hon hjá planet.fo, har hon fer at veita góð ráð og hjálp til lesararnir hjá planet.fo.

 

Hvønn mikudag ber til at lesa hennara bloggur á planet.fo, har hon sigur sína hugsan um eitt hvørt evni innan kynslívið og parlagið.

 

Hevur tú spurningar til sexologin, kanst tú senda tínar spurningar á sexologur@sosialurin.fo ella planet@sosialurin.fo, og spurningarnir verða sjálvsagt viðgjørdir í trúnaði og svaraðir á planet.fo.

 

Næsta blogga verður sostatt at lesa á planet.fo mikudagin.