SEX TING, TÚ EIGUR AT VITA UM SEXSJÚKUR

ER ORALSEX VANDAMIKIÐ? HVUSSU SMITTA KYNSSJÚKUR? KANN EINA KENNA, UM EIN HEVUR KLAMYDIA?

Áðrenn tú fært vart teg ímóti nøkrum, noyðist tú at vita, hvat tað er. Kynssjúkur eru einki at spæla við, og tað er ikki serliga feitt, tá ein sexpartnari ringir til tín og sigur, at tú møguliga hevur fingið eina kynssjúku frá honum. Planet.fo hevur funnið eina lítla mini-guide á bazaronline.dk.

 

 

Hvussu smitta kynssjúkur?

HIV smittar gjøgnum blóðið og sáðkyknurnar. Aðrar sjúkur verða borðnar av flatlúsum og bakterium ? eitt nú klamydia. Hýtan forar fyri, at hesar sjúkurnar smitta, tí at sjúkurnar smita næstan bara, tá slímhinnurnar hjá báðum pørtum nema við hvørja aðra.

 

Oralsex vandamikið?

Ja! Herpes er ein sjúka, sum saktans kann smitta gjøgnum oralsex. Um tú hevur eitt munnsár, ella partnarin hevur, so kann sjúka smitta frá munninum til kynsgøgnini og umvent. Ringast er, um tú (kvinna) gevur oralsex, og maðurin kemur við sáði.

 

Kann eg fáa hjálp?

Ja, sum oftast, um tað verður avdúkað rættiliga skjótt. Herpes er tó eitt undantak. Tað er ein virus, sum verður í kroppinum altíð, um tú fyrst verður smittað. Tí kanst tú altíð smitta onkran annan. Klamydia kann hava álvarsligar avleiðingar, um tað ikki verður viðgjørt. Tú kanst gerast steril og fáa undirlívsbruna.