Sex og menningartarn

Í morgin klokkan 19 skipa Javni og psykiatriski depilin fyri fyr­ilestri í Miðlahúsinum í Vágs­botni við Anette Løwert, sál­ar­lækna, um seksualitet og menn­ingartarn.

Anette hevur drúgvar roynd­ir innan arbeiðið við fólk­i við menningartarni. Eftir at hon í 1979 fekk læknaprógv hevur hon fyri tað mesta ar­beitt við fólki við serligum tørvi. Hon byrjaði í 1984 á tá­ver­andi Ånds­vag­e­forsorgen í Brejning har hon arbeiddi í eitt ár. Sama ár fekk hon út­búgv­ing og auto­r­i­sa­tión sum spesi­a­l­ist­ur í klin­iskari sexologi, sum hon gjøgn­um árini hevur brúkt nógv til fólk innan hetta økið.
Í 1990 vann Anette sær út­búgv­in sum serlækni í psyk­i­atri. Nú­verandi starvssetan henn­ara sum yvirlækni á Vejle Syge­hus er frá 1992 og hevur hon síð­ani tá arbeitt burturav við fólki við menningartarni við sál­ar­ligum trupulleikum. An­ette Løwert hevur, umframt ein hóp av bóklingum og upp­lýs­andi tilfari, skrivað tríggj­ar bøkur, sum eru sera viðkomandi fyri hendan mál­ból­kin. Nýggj­asta bók hennara er “Hans Peter har også en sinds­lid­else”.
Seinastu 4 árini hevur Ane­tte Løwert verið knýtt at Psyki­a­tri­ska depilinum á Lands­sjúkr­a­hús­i­num sum konsu­lent­ur serliga við atliti til fólk við menn­ing­ar­tarni. Hon hev­ur hesa tíðina hildið fleiri skeið og fyrilestrar inn­an psyk­i­at­r­iska økið fyri starvsfólki og av­varð­andi herheima.
Nú Anette aftur er í Før­oy­um í arbeiðsørindum fyri­skipa Javni og Psykiatriski dep­i­l­in fyri einum al­mennum fyri­lestri um seks­ual­titet og menn­ing­­a­rtarn. Tað er væl­kent, at seksualitetur og menn­ing­ar­tarn kann vera ein trup­ul sam­an­seting. Bæði av­varð­andi, náms­­frøð­ing­ar og stuðl­­ar hjá ung­um og vaksnum fólki við menn­ing­ar­tarni upp­­liva ofta tví­støður ella frustratiónir, sum hava grund­ar­lag í seks­u­al­i­t­e­t­i­num ­­hjá persóninum. Øll hava tørv á kærleika og nær­kontakt. Hetta er ein partur av seks­u­alitetinum og kemur til sjóndar uppá ymiskan hátt alt eftir menningarstøði og lívsstøðu yvurhøvur. Menøn­iskju við menn­ing­ar­tarni hava sjálvsagdan rætt til ein seks­u­a­litet og til at fáa vegleiðing og hjálp til at útinna hann. Men veg­l­­eið­ing­ar­uppgávan tykist tó lætt­ari søgd enn gjørd. Vit síggja tí fram til at fáa meira vitan innan hetta viðkvæma evni.
Fyrilesturin er almennur og ókeypis.