Sex-lívið hjá teim eldru gerst betur og betur

Ein sunnari lívsháttur og opinleiki er orsøkin til, at tey eldru sum frálíður eru ríkað við einum góðum sex-lívi

Ein sunnari lívsháttur og opinleiki er orsøkin til, at tey eldru sum frálíður eru ríkað við einum góðum sex-lívi.

 

Hetta vísir ein umfatandi svensk kanning um eldrasex. Granskarar úr Sahlgrenska Universitetshospital í Gøteborg hava sammett sexlívið hjá nútíðar monnum og kvinnum, ið eru í 70 árunum í dag við fólk, sum vóru á sama aldri fyri 40 árum síðani.

 

– Sambært hesi kanningini hava nútíðar kvinnur, ið eru um 70 ára aldur, eitt sexlív, ið er tríggjar ferðir betur enn kvinnur í sama aldri høvdu í 70'unum, sigur Niels Beckman við miðilin thelocal.se

 

Orsøkin er fyrst og fremst ein sunnari lívsstílur. Eitt annað, ið spælir inn, er opinleiki. Nútíðar konufólk finna seg ikki longur í at vera ein leika hjá mannfólkunum – tey eru sum frálíður vorðin harri yvir teirra egna kroppi.

 

Hvat mannfólkunum viðvíkur er tendensurin hin sami - úr 47% upp í 66%. Og bæði kynini hava fingið eitt betur sexlív. 62% av kvinnunum og 71% av monnunum boða frá, at sexlív teirra er vorðið væl betur. Í sjeytiárunum vóru tølini 41 og 58%.