Sex krevur samtykki í gongd aftur

Átakið Sex krevur samtykki, ið fyrstu ferð var at síggja í 2016, fer nú í gongd aftur.

Átakið, ið er eitt samstarv millum Amnesty International Føroya Deild, Almannamálaráðið, løgregluna og Fólkaheilsuráðið, er komið fyri at vera, siga fyrireikararnir, og aftur hesaferð verða stórar plakatir hongdar um alt landið, ið skulu varpað ljós á viðurskifti kring samlegu og hugtakið um samtykki.

- Átakið gevur nøkur boð uppá orð og setningar, sum ung kunnu brúka, tá tey geva samtykki, og taka samtykki aftur. Endamálið við ársins plakat er at seta nakrar tankar ígongd, og geva ungum eina kenslu av, at tað er kul at tosa um síni egnu mørk og at mann hevur hug til sex. At tora at siga, hvat einum dámar, og at siga frá, um ein knappliga ikki hevur hug meira. Tí samtykki er meira enn eitt ja ella eitt nei, boða fyriskipararnir frá.

Hesir fýra stovnarnir, Amnesty, løgreglan, Almannamálaráðið og Fólkaheilsuráðið, hava nú í nøkur ár havt fleiri átøk, ið teir hava fyriskipað í felag. Fyrst var Sex krevur samtykki, síðani kom Mynd krevur samtykki, ið setti sjóneyku á trupulleikan við nakinmyndum á sosialu miðlunum, og í 2018 var átakið Steðga haturstalu.