Sevilla vann steypakappingina

Leygardagin setti spanska felagið, Sevilla, eitt flott punktum fyri eitt tað besta kappingarárið í søgu felagsins.

Tíðliga á árinum vunnu teir evropeiska Super Cup við sigri á FC Barcelona, og fyri einum mánaði síðani vunnu teir UEFA-kappingina við sigri á Espanyol. Leygarkvøldið skuldi teir so spæla finaluna í sponsku steypakappingini, og her megnaði Sevilla at vinna 1-0 á Getafe við máli frá Kanoute. Sostatt tryggjaði felagið sær triðja steypið í hesum kappingarárinum, umframt bronsuheiðursmerki, sum teir fingu í landskappingini.