Sevilla misti týdningarmikið fet

Sevilla hevði sunnudagin møguleikan at leggja seg ájavnt við FC Barcelona á fyrsta plássi í sponsku La Primera, men teir lillaðu tóku ikki av. Teir spældu ein skuffandi málleysan javnleik, tá ið teir fóru á vitjan hjá Osasuna. Sevilla hevði trupulleikar við at skapa málmøguleikar, og tá ið heimaliðið ikki dugdi betur, so var ikki meir enn sannlíkt, at dysturin endaði 0-0. Sevilla er tískil tvey stig aftanfyri FC Barcelona á fyrsta plássi.