Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipa í kvøld fyri tiltaki, har ársins heiðrar 2013 verða latnir. Kappast verður í átta ymsum bólkum, har størsti heiðurin er at verða kosin ársins leikari.
Hjá kvinnunum eru tær tríggjar, sum hava fingið flestar atkvøður úr trimum ymsum feløgum. Hesar eru:
Ansy Sevdal, EB/Streymur/Skála
Heidi Sevdal, HB
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Tað eru venjarar, liðformenn og journalistar hava greitt atkvøðu, og í kvøld verður avdúkað, hvør hevur fingið flestar. Hetta verður kunngjørt á stórum Hvonn Live tiltaki í kvøld, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn og kann hoyrast beinleiðis á Rás2 frá klokkan 21.00.